Leitar vár hugur í dag

Orð: M.C. Restorff
Lag: Bernhard Flies

1. Leitar vár hugur í dag
aftur til Dávids stað,
síggja har hirðar á vakt,
einglar, sum júst hava sagt:
„Farið og finnið eitt fjós,
føddur er heimsins Ljós.
Fjøtraða sál finnur frið,
frelsu við hansara lið!“
Hann gevur øllum sannan frið,
sum honum vilja fylgja við!

2. Hvør tann, sum søkti, hann fann
dýrmæta Frelsaran.
Brátt lógu allir á knæ,
Jesus teir nú høvdu sæð,
fóru so glaðir avstað,
øðrum at boða um tað;
áh, hvør ein yndislig sjón:
Jesus, vár einasta vón!
Hvør gott at síggja Frelsaran,
sum tók á seg mítt syndabann.

3. Vit mugu frøast í dag,
sum hava Frelsaran sæð.
Krubba og fátæksligt fjós
hýsir ei meir heimsins Ljós.
Nú hann í Himlinum býr
og í tí hjarta, sum trýr!
Ljóði til Himin ein tøkk,
frelsan til føroyingar røkk!
Takk, Jesus, fyri signað jól,
í tær fann eg mær lív og skjól!

FavoriteLoadingGoym tekstin