Leygarkvøld í Havn

Orð: Martin Joensen
Lag: Ólavur Højgaard

1. Sildarok í Singapore, rukkulív í London Town,
– einki samanberast kann við leygarkvøld í Havn.
Lat teg í tín besta jakka og tín bummullsvest,
so fara vit í býin, nú skal tað verða fest!

2. Gloym bert tínar hjartasorgir og títt undirbit.
Vit skulu mála býin reyðan, Havnin skifta lit!
Busta allar tínar tenn og kovboystivlarnar,
– so skalt tú síggja millum menn, tær eingin kemur nær!

3. Kom við mær á Káta Hornið, kvøldarkrákuting!
Náttin gongur móti morgni, – reypa! Dansa! Syng!
Gongulag í gongugøtu mangan tykiskt tungt,
tó eftir hesa megnarløtu vit halda lagið ungt!

FavoriteLoadingGoym tekstin