Leygarmorgun í Havn

Orð: Jóanes Nielsen
Lag: Lív Tryggvadóttir

Havnin livir still í morgun
sum gomul kona í inniskóm.
Undir vælhýrdu morgunsólini
hanga likkurnar mettar
liggja urtagarðar turrir
sum tystur nýføðingur.
Lotið glíður heitt inn í summarið
úr opnum vindeyga streymar kaffiroykur
og gjøgnum býin spákandi
fer ein festligur hundur

Við lyklinum snaraðum um
liggja tvey og hugna sær.
Eymliga heldur hann bróstunum
sum kalda hondin rundan um tekopp
sýgur varliga
eitt smíl úr hennara eygum.

Í eini kjallaraíbúð
ganga børn og spæla.
Pápin sum lossar á keiini
situr í undirtroyggju og roykir svart.
Mamman farin í býin
tí leygarmorgun í Havn er so góður.

Oman gjøgnum Havnardal
kemur rekandi eitt æl.
Hann sjálvur á tekjuni
rýmir harmur inn
við sínum pensli og blikki
undan váta gestinum.

Tá ælið fór sín veg
gleddist eg
tí millum Eystnes og Stongina
stóð ælabogin gleivandi.

FavoriteLoadingGoym tekstin