Leyst og liðugt

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

Leyst og liðugt og lokið
alt er sagt og gjørt
her er púra sørt
síðsti leikurin leiktur
nú skal hann avstað
hon gjørdi tað liðugt í dag

Hann er stillur og fattur
pakkar síni ting
og hon fær sín ring
fløgurnar kanst tú eiga
gev mær bert pink floyd
og beatles ta hvítu tú veit

Kettan er betri við teg enn við meg
hana mást tú gjarna hava
ulpuna lati eg hanga beint her
góð at hava í kava

Aftur einsamøll heima
hugsar what a mess
skrivar eitt sms:
onkustaðni langt inni
elski eg teg enn
eg meini tað tað veit denn

FavoriteLoadingGoym tekstin