Liðin eru barnaár

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (28. februar 2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur í 1960-árunum og broyttur í 2002.

Liðin eru barnaár,
lívsins morgunløta,
vaknar vónríkt ungdómsvár,
– von er grasgrøn gøta.
Føgur eru ungdómslið,
sum um stund við halgum frið
himnakongi møta.

Jesus Kristus einans kann
tykkar bjarging vera,
syngið tað úr hjørtum fram
ættum at kunngera.
Hann, sum yvir staðin græt,
tá ið hann á asna sat,
vinur vár vil vera.

Syngið Gudi takkarsong
nú á hesum degi.
Harrin hevur børn so mong
leitt á lívsins vegi.
Einaferð, vit vita væl,
stórur skari savnast skal
í tí sælu gleði.

Faðir, tín er æran øll,
tøkk vit tær fram bera,
gævi, vit í tín høll
gestir kunnu verða.
Har vit skulu møta teim,
sum nú eru komin heim.
Harrin skal tað gera.

FavoriteLoadingGoym tekstin