So líður mót vári við vætu og sól

Orð: J.P. Gregoriussen
Lag: Í Føroyum er hart um vetrartíð

1. So líður mót vári við vætu og sól,
kærkomin er tann varmin.
Tað tiðnar nu aftur, sum frysti um jól,
nú fjálgast um mannabarmin.

2. Jørðin kvaklast, og nálin sprettur,
og mannabarmurin flónar,
lívliga blóðið í æðrum sprettur,
eingin á pallinum dovnar.

3. Har reisist hvør á stinnan legg,
veturin um er lopin,
upp fara hurðar á víðan vegg,
heimurin stendur nú opin.

4. Bóndin hann breiðir sín víða favn,
Gud lati ei armarnar lúgvast!
Unglingar ferðast frá havn til havn,
skipini út skulu búgvast.

5. Skipini skulu í havið leggja
út á tann streymin stríða,
dugandi menn hvønn annan eggja,
eingin vil longstur bíða.

6. Sigla teir út, teir Føroya menn,
gullið av botninum draga,
men luft og hav vísa hvassar tenn,
ymist er ymsum lagað.

7. Sigla teir víða um Føroya hav
og royna við Íslands strendur,
fiskin teir veiða úr djúpum kav’,
har roynast fimar hendur.

8. Er ein bundin við havið við bond,
hugurin víða ferðast,
stundum í himli, stundum við lond,
og so um, hvat heima man gerast.

9. Heima strevast alt fólkið sum best,
sjálv mamman við barni á armi,
tó hon skuldi nú ikki orkað mest;
men lív birtir kærleiksvarmin.

Her er tað land, sum mær hóvar.

FavoriteLoadingGoym tekstin