Lík áarstreymi tíðin er

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur til gullbrúdleypsdagin hjá foreldrunum 17. desember 1981.

1. Lík áarstreymi tíðin er,
skjótt fjarar lív á foldum;
ein ættin kemur, onnur fer
til hvíldar undir moldum.

2. Eitt heim so trygt oss fall í lut
– eitt skýli millum fjalla,
har lærdu vit at lýða Gud
og hann vár faðir kalla.

3. Tann gáva dýr so djúpt í sál
so hevur hon seg sokkið,
at kristindómsins mið og mál
um lív várt hevur rokkið.

4. Har runnu dagar uttan sút
í gjónni, á og sandi,
vit veiddu, floyttu, róðu út
og klintraðust á landi.

5. Vit bóru byrðar, brúktu orv,
og fjøllini vit røktu;
vit veltu epli, skóru torv
og mangan sjógvin søktu.

6. Har fullan førning fingu vit,
– ta gávu ei vit gloyma;
alt, sum tit áttu, góvu tit
til næstu ætt at goyma.

7. Nú sólin sær á foldarskarð,
og vesturskinið roðar.
Við tøkk við minnast tíð, ið var,
– nú skeiðið gylt tú skoðar.

8. Gud gævi, at vit savnast øll
á lambsins dýra degi
í himmiríkis brúdleypshøll,
har endaleys er gleði.

FavoriteLoadingGoym tekstin