Líkagóð

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Tað eru nógv í flokkinum, sum eru nokkso vill.
Í skúlanum tey halda gang og sita ikki still.
tey prika teg í nakkan og gera løgin ljóð.
Og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð!

Smæra er so smæðin, hon ofta toyggið fær.
Eli kann forsova seg í viku ella tvær.
Rúna ræðist dreingir, hon rodnar og gerst flov,
og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð!

Brúsi hatar brúsuna, og Poula pyntar seg.
Av sveitta og perfumu ofta luktar langan veg.
Fía hevur frøknur, veit alt og er so fró.
Og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð!

Olli skilur onki, og Kristina er so klók.
Baldur hevur lisið manga stóra, tjúkka bók.
Dávur hann er dovin, men hann dugir tó,
og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð!

Børn, ið brúka brillur, myrkhærd ella bleik,
plússað høvd og purlur, miðal, kløn og feit.
Í bláum og í brúnum eygum er ein glóð,
og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð!

Tað er ein fínur flokkur, sum eg gangi í.
Øll eru líka løgin, spyr meg ikki hví.
Lærarin hann sigur, í skúlanum er lóg.
Øll eru nakað serligt, øll eru líkagóð!

FavoriteLoadingGoym tekstin