Líkt tíggju moyggjum er Guds ríki

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 12. januar 2007. 

Líkt tíggju moyggjum er Guds ríki,
ið stevndu fram á brúdleypsferð,
men munur var á teirra líki,
ein hyggin, hin óhyggin er,
bert helvtin hevði olju við
at hava ljós á lampuni.

So drúgt hjá teimum var at bíða,
til brúðgómurin var at sjá,
tær sovna, meðan stundir líða,
um midnátt hvøll róp hoyrdust tá:
“Sí, brúðgómurin kemur nú!
Kom, møtið honum eg og tú!”

Ov seint tá olju var at fáa,
har oljukannan uppi var,
ei kundu neyðars moyggjar náa
at keypa nýggja olju sær,
tær hygnu moyggjar fúsar tá
við brúðgómi til brúdleyps gá.

Á læstar dyr tá hinar banka
og fegin vilja sleppa inn,
at hugsa sær tann svára tanka,
ið skakar bæði sál og sinn:
Hann segði, so tað djúpt seg sveið:
“Eg tykkum fimm her kenni ei.”

Hans rødd so álvarsamt oss nemur:
Tit vakið, tí tit vita ei
hvønn dag, ið brúðgómurin kemur,
og endað er várt jarðarskeið.
Gud, hjálpi oss at standast tá
sum brúður tín her foldum frá.

O, hjálp tí oss at vaka, biðja
ta stuttu stund, vit dvølja her,
at elska og hvønn annan styðja
í kærleika á foldar ferð,
í trúgv at renna lívsins skeið
við Andans hjálp á himnaleið.

FavoriteLoadingGoym tekstin