Lilja mín ljósa

Kom við mær kæra,
lat okkum fara –
Fjøllini lokka og sólfevnd er fold.
Alskleikur langur,
Vín, sól og sangur
Fevna teg, kyssa títt dúnmjúka hold.

Minnini yngja,
fuglarnir syngja .
blómurnar anga í hásummarsól,
Bjartastu rósu
eldfima drósið
Eg fann, tá vit reiddu á lyngheiðum ból.

Himnasæl kvóðu
fuglarnir fróðu
lívsins og kærleikans æviga ljóð.
Glitrandi anga,
Dupult so mangar
Blómur – hvør tindur í gullglæmu vóð.

Goym fragdarlagið
lít á mitt kvæði,
gloriukransar av sangum um teg.
Hvørt spor vit treða
Minnini læa,
Blómur og fjøll elska teg eins og eg.

Einaferð kæra,
stormarnir fara,
oyðandi megi, elskhug og gleim:
Vit skulu syngja
Sangir um yngja
Um kærleikans sólgylta lívsglaða heim.

Ver hjá mær drósi
lilja mín ljósa,
menn meg, tá heyststormar fara um skørð
norðlýsið aldar –
stjørnurnar kaldar
og mánagull skyggir á følnaðan svør.

Deytt ástartosið,
fryst blómubrosið,
tó skal eg minnast tín lívsdjarva sang!
Sól mín og uggi
Aldri ein skuggi
Elskaða, kom set teg her í mitt fang.

FavoriteLoadingGoym tekstin