Liljan

Ásbjørn Jacobsen
Orð og lag: Ásbjørn Jacobsen

1. Eg veit eina Lilju í dali,
hon livir har einslig men stinn.
So føgur og bjørt men tó eyðmjúk
hon troystar og kínir mær kinn.

2. Eg veit væl at víða um ongir,
har glitrar og glampar um sýn.
Eg kann ei um mína so siga,
tó Liljan í dali er mín.

3. Tann Liljan er mín livandi trúgv,
tann Liljan er mín livandi trúgv.
Hon er ljós mítt og vón mín og yndi,
tann Liljan er mín livandi trúgv.

4. Í storminum blómurnar følna,
í dali á bøi og ong.
Og heystvindar blása um heiðar,
sín kalda og køvandi song.

5. Nú vetur er komin við kava,
ið fjalir alt lív her á fold.
Eg kann tó ei Liljuna gloyma,
hon aftur vil spretta úr mold.

6. Tann Liljan er mín livandi trúgv,
tann Liljan er mín livandi trúgv.
Hon er ljós mítt og vón mín og yndi,
tann Liljan er mín livandi trúgv.

FavoriteLoadingGoym tekstin