Lít, á, sál, mót Golgata, sí, har Jesus hongur

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Lít, á, sál, mót Golgata, sí, har Jesus hongur,
harfrá fyri synd og mein ævigt lív útgongur!
:,:Sí, Guðs Sonur, heimsins ljós, má á krossi bløða,
ja, Hans dýra blóð har man synd og sjúku grøða.:,:

2. Í Hans reyða purpurskrúð elskar meg Guð Faðir,
eg Hans Brúður eri nú, klødd í brúðarklæðir.
:,:Hann í hjarta mítt kom inn, rak burt heimsins lystir,
nú Hans náði er mær alt, sál mín Honum tystir.:,:

3. Nú kann vegna Jesu blóð Lívsins hurð eg finna,
har, sum døggin fyri sól, synd mín burt man svinna.
:,:Í tí dýra blóð, sum fleyt frá Guðs náðikeldu,
finnur sál mín hvíld og frið, reinsað í Guðs eldi.:,:

4. Lít, á, sál, mót Golgata, sí, har Jesus hongur,
harfrá fyri synd og mein ævigt lív útgongur!
:,:Set teg, lítla dúgva, har á títt trygga reiður,
ævigt, eymligt Jesus har armar mót tær breiðir.:,: