Lít allar tínar leiðir

Orð: Paul Gerhardt
Lag: Hans Leo Hassler
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Befiehl du deine Wege

1. Lít allar tínar leiðir
og tína hjartasorg
í hendur hans, sum eigur
ta blonku stjørnuborg!
Hann trygt á bylgjum gongur,
hann stormin hótta kann –
sál, trúgv og stúr ei longur,
tín veg væl finnur hann!

2. Tú fylgi Harrans ráðum,
og tær skal gangast væl,
í stórum og í smáum
tá verk títt eydnast skal!
Ei stúran hjálpti nakað,
ei ótol, tá tað galt;
tí einki kanst tú taka,
men Gud kann geva alt.

3. Títt eyga, trúgvi Faðir,
kann eina gjølla sjá,
hvat barni tínum bagir,
tú veitst í vanda ráð,
tað, tú í hyggju hevur,
áh, sterki Gud, skjótt er,
um hjálp og troyst tú gevur,
er neyð brátt endað her.

4. Og ei alt Satans veldi
kann forða tíni leið,
teg fíggindin ei feldi,
tín fótur víkur ei;
ja, tann, ið stillur stendur
og bíðar eftir tær,
skal sjá, hvønn veg alt vendir,
at endin góður varð,

5. Tí vóna, sál, í vanda,
lat ræðslu vald ei fá!
Um still tú bert vilt standa,
Guds hjálp tú skjótt skalt sjá.
Ein lítil stund at bíða,
so sært tú Himmalborg,
ein løta enn at stríða,
og skjótt er gloymd øll sorg.

FavoriteLoadingGoym tekstin