Lít allar tínar leiðir

Orð: Paul Gerhardt
Lag: Hans Leo Hassler
Týtt: Gudmund Bruun

1. Lít allar tínar leiðir
og alla hjartasorg
í Harrans hond, sum eigur
alt vald í himnaborg;
hann, sum kann stormar lætta
og leggja brim í sjó
og fjøll og dalir slætta,
kann finna fótum slóð.

2. Gev Harra tínum gætur,
tá væl tað gongst tær við,
ert tú í honum mætur,
tá fært tú fragd og frið;
tann sorg, tú sjálvur aldi,
man eina níva á,
tú einki eigur valdið,
men Guð man vita ráð.

3. Tín trúfesti og náði,
o, faðir, væl veit skil
á tí, sum mær er bági,
og bati verða vil,
og alt, ið av tú ráddi,
man altíð bera á,
ei nakar máttur náddi
at spilla tíni ráð.

4. Tú missir ikki ráðið,
um fólk enn fjóna teg,
men spreiðir tína náði
og slættan beinir veg,
tín gerningur ei hvílir,
ei steðgar á títt spor,
tá eins og snarur pílur
út flýgur veldis orð.

5. Og um alt Sátans veldi
teg vildi herja á,
tó aldri teg tað feldi,
sum valin halda má,
hvør kann tær móti standa,
sum snarljós sleingir út?
Og hvør kann manni granda,
tá tú vilt forða sút?

6. So legg tú allan trega
í Harrans sterku hond,
lat trúgv og vón teg gleða,
um tíðin sýnist vánd.
Tað er ei tú, ið veldur,
ei tú, ið tekur ráð,
Guð veldisstavi heldur,
og ferð hans øll er náð.

FavoriteLoadingGoym tekstin