Lít teg á Gud, tú sum mangt tungt mást bera

Fanny CrosbyIra David Sankey
Orð: Fanny Crosby
Lag: Ira David Sankey
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: Rest in the Lord

1. Lít teg á Gud, tú sum mangt tungt mást bera,
hygg upp til hann, hann javna skal tín veg,
lít teg á Gud, hans orð í ævir verða,
til hann ber alt, sum tyngir, særir teg.

2. Lít teg á Gud og sig frá sorgum tínum,
hans stóri kærleiki ei broytast kann,
hann fer ei frá tær, hjálpir børnum sínum,
lít teg á Gud, tær hvílu gevur hann.

3. Lít teg á Gud, og tá alt stríð er endað,
og hvør ein ódn og vandi burtur er,
tá skalt tú glaður í Guds ríki lenda,
og tú skalt skoða tað, tú trúði her.

FavoriteLoadingGoym tekstin