Lít yvir landið

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Vísulag (norska løva)

1. Kom upp á fjallatind,
lít yvir Føroyalandið!
So undurføgur mynd!
Her lyftist upp vár andi.
Her runga túsund mál
um rók og reyn og røð.
Gev ljóð, mín glaða sál,
um kapp við fuglin kvøð!

2. O minniligu bjørg,
væl skrýdd við grønum skorum!
Tann kraft var ikki kørg,
sum bygdi tey í forðum.
So stórbært, prútt og vilt
alt lítur yvir sjó,
á nátt so trølsligt stilt,
á degi lív og ljóð.

3. Her byggir lundin lond
og havhestur og ryta
og dúgvan; dygst við strond
reyðføttir teistar tita;
her lomvigan so tøtt
fer ruggandi um rók,
og álkan bringubrøtt
sær ytstu upsu tók.

4. Tey hábærsligu fjøll
í sólarljóma brosa,
so veðurbard flestøll
við bomlstrum millum mosa, –
so tætt sum tenn í sag,
– væl fimti fjøll í tal –
alt norð frá Velbastað
mót Skeið og Ambardal!

5. Í blomsturvovnum skrúð
nú líðir allar glógva;
um brekkur og um brú
fer summarlotið flógva,
tað spekir mangan foss,
tað fríðkar lægd og gil,
tað stimbrar brasin ross,
tað frøir lomb og fyl.

6. Hoyr tutl og tesk og sjóð
frá áarfossum smáum
og klingandi kó kó
frá fiskimásum bláum,
og skurin svarar pli.
Á spegilsblonku tjørn
ein toppont fegnast við
tey kjálareyðu børn.

7. Og niðan fyri garð
hin bjarti grøni bøur
við veltum víða hvar
man goyma mangar søgur
um tusk og tógvið slit,
um manga sveittastund.
Ja, takka mugu vit
teim, sum her ruddu grund.

8. Lág hús so tøtt um tún
í hugnaligum lagi,
so tjørubrædd og brún
og takt við grønum flagi;
og kirkjan dygst har við
so ellismild at sjá,
rætt sum hon lýsti frið
um bygd og bø og vág.

9. Og niðast fyri neyst
við bræddum bátum standa,
har veiða børn sum best,
har æðuflokkar danda;
ein berggylta so reyð
sær inn í taran rann,
tá likkan niður fleyg
og livrabroddar fann.

10. Nú hvítir ei við nes,
nú hvíla allar íður;
fram millum flúr og fles
ein rekastubbi glíður.
So stillisliga rør
ein bátur inn mót lógv,
og yvir slættan fjørð
sær sólin blonk og flógv.

11. Av tindum út um sand
so brosandi og fegið
tú fyllir, Føroyaland,
hvønn barm við summargleði.
Gud geri okkum vís,
Gud gevi okkum magn
at virka tær til prís,
at nøra um títt gagn.

FavoriteLoadingGoym tekstin