Eg liti ljósið

Lag: Regnvejrsdag i november.

Eg liti ljósið blátt
liti sól á mína gátt.
Eydnuvón mín hugan floymir
og eg vetrarmyrkrið gloymi.
Hóast ódn, um vár eg droymdi.
Eg liti ljósið blátt.

Eg liti ljósið gult.
Firvaldssólin flýgur dult,
setir seg á hendur mínar.
Tungir, vátir dagar dvína.
Mai nú kvøður vísu sína.
Eg liti ljósið gult.

Eg liti ljósið reytt
gevi lív tí, ið er deytt.
Henti hóp av baldursbráum.
smæru, hvonn og summardáum.
Livi nú í løtum smáum.
Eg liti ljósið reytt.

Eg liti ljósið grønt,
djúpt og kølið, fløskugrønt.
Tendri ljós, tá myrkrið sígur,
gloymi rukkur, elli býður.
Vóni, at mín spegil lýgur.
Eg liti ljósið grønt.

Eg liti ljósið hvítt.
Úlvatíð, tú kravdi títt.
Keypti russiskar melónir
fyri mínar síðstu krónur
og Vivaldi spælir tónar.
Eg litið ljósið hvítt.

Eg liti ljósið bjart,
liti ljós, har fyrr var svart.
Nú eg havi úr at gera.
Veturin so vátan beri,
hann til teirra hongdur verður.
Eg litið ljósið bjart.

FavoriteLoadingGoym tekstin