Lítið mær restar

Victor Danielsen
Orð og lag: Philip P. Bliss
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Almost persuaded

1. Lítið mær restar
trúnna at fá,
lítið mær restar,
vegin eg sá;
nú ber mær ikki til,
far, gev mær frið eitt bil!
Ein annan dag eg vil
kalla á Gud.

2. Lítið tær restar –
kom, kom í dag!
Lítið tær restar –
far ei avstað!
Jesus tær nær nú er,
hjálp til tín Andin ber,
bønir upp stíga her –
sál, kom, áh, kom!

3. Lítið mær restar –
summarið svann;
lítið mær restar –
heystdagur rann.
Nærum ei bøtir teg,
nærum bert svíkur teg,
nærum skal frelsa teg –
ov seint, ov seint!

FavoriteLoadingGoym tekstin