Lítið yvir Føroyaland

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Gunnar Mikkelsen

Lítið yvir Føroyaland,
gloymið ikki minsta blettin!
Korki skrýðir hamarsklettin,
aldan fevnir møl og sand.
Lítið land við høgum tindum,
brýnt av brotum, bart av vindum,
kínt av fleyri, kyst av sól,
okkum hetta landið ól.

Viðoy, Borðoy, lið um lið,
Fugloy, Svínoy, eystanfyri,
prógva síni søguvirði,
tað man Bispur gera við.
Vestan vøkur Kalsoy liggur.
Kallur eftir konu hyggur,
Kunoy góð í royndarstund
lítur yvir Haraldssund.

Eysturoy er Streymoy næst,
Sundalagið skilir báðar.
Handan Vestmannsund er’ Vágar,
Mykines í vestri sæst.
Hestur eftir Koltri rennur,
Nólsoy ryggin úr sær spennir,
stendur stinn – so long og mjá,
verjir fyri Havnarvág.

Sandoy grøn og heldur lág,
gras á nærum hvørjum bletti,
Trøllhøvd sær til prýðis setti,
Skúvoy liggur henni hjá –
– Dímunarnar – brattar, smáar,
líta suðureftir báðar –
Suðuroyggin nes við nes –
síðst av øllum Munkafles.

Streymurin ígjøgnum sund
skolar fram við nes og flúrar,
berg, ið eins og virkismúrar
standa reyst úr havsins grund,
grýtug reyn og gráar gjáir,
tjarnir, vøtn og smáar áir,
fannablot og kelduvað
kvøða landsins væna lag.

Lítið land – tó okkum kært –
her vit sóu sólareyga
gyrða tind við gulli reyða,
sóu mjørkan gera svart.
Her vit hoyrdu stormin stuna,
fossar duna, aldur runa,
her vit kenna lægsta nes,
hægsta tind og minstu fles.

Her vit hoyrdu móðurrødd,
bórust her á móðurarmi,
lógu trygt at móðurbarmi,
vóru bæði fødd og klødd.
Her í broddi og í íðu
bardust vit við streymar stríðu,
lærdu lívsins beisku kor
innan fyri bátaborð.

Meðan kavin klæddi strond,
norðljós brann og stjørnur brunnu,
mangan vit í kæti funnu
leiðina til søgulond.
Men tá grasið spratt í líðum,
og tað leið at summartíðum,
skip var búgvið, siglt av stað
yvir Ægis víða vað.

Best er heimið fyri meg;
er tað vesaligt og lítið,
heimið eg ei burtur býti,
sjálvt um sett varð nógv í veð.
Móðir mín – um klødd í klodda –
gjørdi mær mín fyrsta kodda,
gav mær trúgv og yndi sítt –
kæra móðurlandið mítt.

Lítið yvir Føroyaland.
Gloymið tað á ongum sinni,
goymið tað í hjarta inni
fjalli frá til fjørusand.
Knúkur hvør og hvør ein túgva
læri hugin hátt at flúgva.
Um vit eru fá og smá,
kunna mið tó gerast há.

FavoriteLoadingGoym tekstin