Lítla barn nú limað í Guds ríki er

Orð: Ann Hovland
Lag: Bjartur F. Johannesen

Lítla barn nú limað í Guds ríki er,
lítið frækorn gróðursett í hesi stóru verð,
líka nógv tú verdur ert ja, sum alt jarðargull,
líka nógv sum tægurnar av molum vóru full.

Eins og lítla frækorn spírar moldum í,
millum tornir, titslarnar, tað tekur sína tíð,
andlit blíða brosar, nýggja fræið ávøkst ber,
ger til smábarn, unglings, eitt undurverk tað er.

Lítlar greinar vaksa stórar træi á,
tú eitt pláss nú hevur fingið: ansa nú uppá,
nokk av ljós og vatni mást tú fáa beinanveg,
hetta faðir, móðir skulu taka upp á seg.

Í Guds sterka favni har tú hvílir trygt,
alla lívsleið tína hann skal leiða teg við lykt,
sum eitt reint óskrivað blað er nú tín langa ferð,
træðið fer at blóma altíð, stóran ávøkst ber.

Lítla barn, eitt blómutræ so vakurt er,
nýggjar greinar spretta fram, sum tíðin líður her,
fjala allar tornir, titslar undir tí hvønn dag,
illgrasið tær onki fer at gera, lít á tað.

FavoriteLoadingGoym tekstin