Lítla Elsa

Hans Andrias DjurhuusThorvald Aagaard
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Thorvald Aagaard

1. Lítla Elsa fekk frá mammu síni eina dukku,
og frá pápa sínum fekk hon krússapott og krukku,
situr hon á sóljuteigi, spælir sær við bæði.
Krukkan hon skal verða málað, dukkan hava klæði.

2. Upp í brekku kemur kettan, setir seg hjá henni,
Elsa kínir kettuni um hala og um enni,
og hon sigur álvarsliga, sum tá prestar messa.
“Sært tú, ketta, dukka mín, hon er ein fín prinsessa.”

3. Sólin skínur fagurliga yvir teig og túgvu!
kyssir hennar rundu kinn og kínir hennar húgvu,
og tað verður tigandi so heimligt sum í kova,
sóljur leggja saman bløð – og Elsa legst at sova.

FavoriteLoadingGoym tekstin