Lítla Marin droymdi

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Hans Jacob Højgaard

1. Lítla Marin droymdi,
hon sá eitt jólatræ,
sum stóð einsamalt á eini fløtu.
Har kom mamman gangandi og festi ljós í tað,
tá ið skýming fór at káma gøtu.

2. Ljósini tey skinu, og tá var træið bjart,
á tess greinum lýstu heimsins stjørnur
blankar, sum tá tú tær um veturnætur sært,
tá ið glerið leggur lok á tjørnir.

3. Fram har gingu vættrar yvir frystan svørð,
fóru tær at dansa har um træið;
sungu tær um vetrardýrd og jólafrið á jørð.
Marin lýddi hugtikin á lagið.

4. Og so fór at kava – og so var træið skrýtt,
flykrur løgdust lið um lið á greinar;
hvítar vóru gøturnar, fløtulendið hvítt,
hvítar túgvur, hvítir allir steinar.

5. Fuglar komu flúgvandi, bóru bond og fløgg,
tað var sum tað átti – alt í lagi –
eisini so bóru teir so fjálg og vøkur pløgg,
sum teir løgdu varliga um træið.

6. Marin lá og droymdi, men vaknaði av tí,
mánin lýsti gylt á kinn og enni;
tá fór hon at smílast, tí brosandi og blíð
har sat mamman framman fyri henni.

FavoriteLoadingGoym tekstin