Lítli fuglur

Anfinn Nielsen
Orð og lag: Annfinn Nielsen

1. Sig mær lítli fuglur, hví flýgur tú so seint,
hvat er tað, sum feilar, hvat hevur teg nú meint,
hví ert tú so svartur, har ið hvíta dúnið var,
sig mær lítli fuglur, hvat er hent við tær?

2. Jú nú í morgum, eg fleyg mær ein túr,
út yvir havið, eg lá upp á lúr
eftir eini sild, ella hvat ið har nú var,
at hava heim við til pisurnar hjá mær.

3. Tá fongurin var fingin, mót landi vendi eg,
tá møðin meg nívdi, á sjógv eg setti meg,
fyrst tá rakti eg við, men tá var ov seint hjá mær,
at havið var dálkað og spilt í olju var.

4. Í evjuni eg stríddist, eg mátti sleppa heim
til mínar svongu pisur og føði geva teim.
Eg vann til síðst, men visti, at nú deyðadømd eg var,
eg veit ei, um eg vinni heim til pisurnar hjá mær.

5. Høvdu vit tó kunnað lært um henda sorgarleik,
um henda lítla fuglin, ið ei ungar sínar sveik.
Flest øll vita um tað, men støðan versnar dag um dag,
vit halda á at dálka, líka blind og líka glað.

FavoriteLoadingGoym tekstin