Lítli mín í nátt

Orð og lag: Martin Joensen

Lítli mín í nátt
alt fær lit sum áður sýntist grátt
reytt gult grønt og blátt
kappast um at troysta teg í nátt
í dreymaverð eru bert tú og eg
alt fær lit sum áður sýntist grátt

Ælabogaregn
gyllir grasið ið vit stíga á
lurta lítli hoyr
mánin spyr teg hvar tú kemur frá
í dreymaverð eru bert tú og eg
gylt er grasið ið vit stíga á

Hond í hond yvir hvítan sand
hinumegin er hvíldarland
um eg kundi fylgt tær har
kanska báðir vit fingu svar

FavoriteLoadingGoym tekstin