Lítli skattur

Orð: Heri Nolsøe
Lag: Karl Martin Samuelsen

Sov, nú lítli skattur mín,
í morgin tú skalt klæðast fín,
sum markin skrýdd í summarlín,
eygnasteinur mín.
Og skýggj so bleyt sum sápuskúm,
tey fylla sovirúm
og tún.

Tað sveima einglar víða hvar,
nú svøvnur gjøgnum nátt teg bar,
og góði Gud skal fylgja tær,
nú Hákunardrongur er nær.
So sov tín søta náttarblund,
hann ber teg á náttarstund
á fund.

Sov nú lítli skattur mín,
tú skalt avstað um ytstu sýn,
og markin skrýdd í summarlín,
eygnasteinur mín.
Og skýggj so bleyt sum sápuskúm,
tey fylla sovirúm
og tún.

FavoriteLoadingGoym tekstin