Lítur sál tín við stúran og møði

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Lítur sál tín við stúran og møði
uttan vón yvir tíðanna høv?
Leikar stormurin hart tær í hjarta,
og tær tykir, tað verður tín grøv?

Niðurlag: Lat Hin Himmalska loðsin nú taka í róðrið,
Hann førir teg tryggan í havn.
Gjøgnum brimdun og myrkur so trygt Hann teg førir,
og tekur teg eymt í Sín favn.

2. Tað var eydnu, tú royndi at vinna,
tá tú sigldi frá barndómsins strond;
men tær hevur ei eydnast at finna,
tað, tú helt vera eydnunnar lond.

3. Kann ei kumpass tín meira tær hjálpa?
Rekur far títt til bylgjanna leik?
Tína trúgv á teg sjálvan tú misti,
tá ið dreymur og vón tín teg sveik?