Lív mítt er í Jesu hondum

Orð og lag: Göte Strandsjö
Týtt: Hanus Hansen
Upprunaheiti: “Jesus kår i dina hånder”

Lív mítt er í Jesu hondum,
trygt eg hvíli Honum hjá,
og eg veit at nær hjá Honum,
kann meg syndin ikki ná.

Ei eg óttist nakran vanda,
tí eg veit Hann leiðir meg.
Styrki fái eg at liva,
við at virka fyri Teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin