Lív

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Páll Sólstein

Harúti er hvíti fuglurin
Sum kvøður sorgblítt lag
Um at minnast lívið
Um at gloyma tað

Harúti er grái himmalin
Og skýggj sum spyrja meg
Hvør eigur rætt til lívið
Hví missa tað so ung

Harúti tutla áirnar
Nú búnast blómubløð
Summarið brátt syngur
Syrgin vetrarløg

Harúti láta fuglarnir
Vøkur kærleiksrím
Flúgva móti sólini
Spurningin til tín

FavoriteLoadingGoym tekstin