At liva uttan Jesus er meiningsleyst og tómt

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. At liva uttan Jesus er meiningsleyst og tómt,
so stutt, so stutt er lívið, so ókent og kámt.
Um tú her uttan Jesus skalt heimi fara frá,
á, hvat skalt tú tá byggja ta ókendu ævina á?

2. Tá vinir tínir svíkja og sorgin kennist trá,
og framtíðin hon tykist so døpur og grá;
tá lívsfar títt kann tykjast at søkka undir tær,
tá ber ei hesin heimur, og alt tað hann bjóðaði tær.

3. Lat upp títt hjarta, vinur, lat Jesus koma inn;
Hann hjarta títt vil fylla og grøða títt sinn.
Tú tá fult út skalt sanna ta hvíld, tann hjartafrið,
sum ber av øllum viti og ævigt víst standa skal við.

FavoriteLoadingGoym tekstin