Livandi ljós

Orð og lag: Kári Jacobsen

Hyggi inn í eitt livandi ljós
meðan eg hugsi um teg
Login lýsir myrkrið burt
sum tú litar mína tilveru
so fulla av gleði

Hugsi um teg og síggi væl
fyri mær andlit títt
Smílið, tú gevur mær, eigi eg
tað nertir eitt hvat
onkustaðni djúpt inni í mær

Livandi ljós
tú ert ein partur av mínari verð
Livandi ljós
tú um kærleika mín óvitandi er
Livandi ljós
eg ræðist tíðina, sum fer, tí
Livandi ljós
eitt ljós má slókna einaferð.

Kanska einaferð, tá ljósið slóknað er
svari eg mær sjálvum við ugga
Neyðloysn er og var
og eg vil tendra teg aftur
men eitt livandi ljós kann ikki tendrast fleiri ferð

FavoriteLoadingGoym tekstin