Lívbeltið kasta í brúsandi hav

Orð og lag: Edwin S. Ufford
Týtt: Victor Danielsen

1. Lívbeltið kasta í brúsandi hav!
Sálirnar dýrt keyptar søkka í kav;
sálirnar søkka – áh, hvør, hvør vil tá
her lívbeltið kasta, hin søkkandi ná?

Niðurlag:
Lívbeltið kasta, lívbeltið kasta!
Sálirnar reka avstað;
lívbeltið kasta, lívbeltið kasta!
Sálirnar søkka í dag.

2. Lívbeltið kasta við kvikari hond!
Her kann ei brúkast ein ivasom ond;
sálirnar søkka – ver skjótur í dag
og lívbeltið kasta – avstað nú, avstað!

3. Lívbeltið kasta til søkkandi menn!
Vandin er stórur, men hjálpast kann enn;
freistingarstormur og syndbylgjur brátt
– nú dríva teir inn í ta ævigu nátt.

4. Farin er skjótt henda frelsunartíð,
vónloysi ævigum sálin brátt í;
drála tí ikki, ver kvikur avstað
og lívbeltið kasta – far, frels tey í dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin