Lívið

Orð: M.C. Restorff
Lag: Benny Borg

Tað var so forvitnisligt á fyrsta sinni,
tú sat á skúlabeinki millum fremmand børn.
Alt var so nýtt, tú vart um at missa mótið,
tær longdist heim til barnaspæl
um tún og tjørn.

Sum tíðin leið, fóru tit í hægri klassar.
Brátt tók at enda – skúlaskeiðið lokið var;
við góðum prógvi komst tú spelkin heim úr
skúla, at tú vart errin, sást so skilliga á tær.

Um somu tíð kendist hjartað mangan bankað –
til gentu bert tú alsk og kensluríkur er.
Ein frøir seg: hon skal verða mín í ævir –
og gerst so bilsin, tá úr huganum hon fer.

Tú fært eitt starv – stuttligt er at royna flogið,
og sanniliga kemur eydnan á tín veg,
tær dámar væl – lærdómin so lætt fært borið.
Ímillum starvsbrøður væl dugir bera teg.

Á skeið og kvøldskúla fæst nógvur hentur
fróðskapur, tú mentaður og høgt ærdur ert
millum menn. Við stórum ídni og við góðum
handalagi ert tú vinsælur og vísur – alt í senn.

Eitt dygdarheim er – kona, børn teg æra,
av inntøku er væl, tú svarar hvørjum sítt;
tað sýnist alt júst, sum fólk vil tað skal vera,
tó biði eg teg: læn mær oyra títt!

Áðrenn tann dag tú ert til í móðurlívi, er
kærleiksarmur Guds í andanum so nær.
Hans hjartans ynski og tráan er at signa
og benda sálareyga tínum móti sær.

Eitt mannalív er at líkna við ta skútu,
sum eftir ferð um havið leggur inn í havn.
Mín hjartans bøn er, at tú, tá ferðin endar,
kemur í havnina – í Jesu kærleiks favn.

FavoriteLoadingGoym tekstin