Lívið alt skiftir sum veður og vindur

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (5. mars 2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur 24. mai 2007.

Lívið alt skiftir sum veður og vindur,
gleðin brátt broytist til svárastu sorg,
hvørva í toku kann sólgylti tindur,
deyðin víst vitja vil smáttu og borg.
Vónleys vit standa, tá vanlukkan rámar,
spyrjandi málleys, men fáa ei svar,
myrkur og ótti oss lívsvegin kámar,
syrgin vit sita um lívið, ið var.

Lítil er uggin í okkum at finna,
hóast vit royna at troysta sum best.
Vinir tó væl kunnu sorgina linna,
um bert teir við hava Harran sum gest.
“Ber tó ei ótta tú sorgtyngda hjarta!
Trúgv tú á Gud mín, og trúgv tú á meg!”
Tað, sigur Jesus, ið stormin kann harta,
og sum úr myrkrinum vísir oss veg.

Ferðast í fylgi frá vøggu til gravar,
ymisk er stundin, hvør einstakur fær,
skjótt er í vestri, at lívssólin stavar,
deyðin hann aldri at tonnunum sær.
Miss tó ei mótið, tú syrgjandi hjarta,
tá vára kæru vit siga farvæl,
Jesus er lív várt og ljósið hitt bjarta,
og upp frá deyða hann reisa oss skal.

Vøkur er verøld, ið eyga várt skoðar,
dýrabar bygdin, har vøggu vár var.
Heimlandið kæra, sum skriftin oss boðar,
ævigt í himlinum trúgvin her sær.
Higar av foldum í fylgi vit stevna
heim í tann bústað, sum Jesus oss gav,
har hann við navni tey frelstu vil nevna,
burt tá er verøld, og horvið er hav.

Miss tí ei mótið, um grýtut er gøtan,
heimið, hitt himmalska, er fyri stavn.
Fyri hvørt fetið so nærkast tann løtan,
tá ið vit hvíla í tryggastu havn.
Har vit tey kæru í dýrdini síggja
standa og lovsyngja lambinum prís,
snjóhvíti skari í staðinum nýggja,
heima um ævir í Guds paradís.

FavoriteLoadingGoym tekstin