Lívið er ein ferð

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Jóhannus á Rógvu Joensen

Lívið er ein ferð ígjøgnum vikur, mánaðar, ár
eg livi sum eg kom ov seint til dagin í gjár.
Eg skundi mær sum rann eg kapp við tíðina ið fer,
havi hug at gloyma at eg siti væl sum er.

Út ígjøgnum vindeygað fer landslagið framvið,
mítt land er sera vakurt eins og tú við mína lið.
Tey gomlu skuldu langa leið um fjøll til næstu bygd
– vit kunnu síggjast dagliga og bæði koyra trygt.

Vit koyra inn í morgunin og eftir arbeiðstíð,
nøkur práta, onnur lesa – tú durvar dreymar í …
Hugsar tú um hinaferð,
tú ov sein til bussin var –
við vilja gloymdi klokkuna
og gisti væl hjá mær.

Um vit vóru tíðarleys og nýttu hvørja stund,
tá lívið var ein vegur har ongin hevði skund,
vit koyra eftir landsvegi í millum bygd og bý,
sum ferðafólk í bussinum vit kunnu halda frí.

FavoriteLoadingGoym tekstin