Lívið

Poul F. Joensen
Orð: Poul F. Joensen

Lívið er eins og eitt kertuljós,
ið brennur bert stutta tíð,
men áðrenn tað slóknar, eitt annað er
tendrað við tí av ný.

Tendrast og slókna er lívsins lóg,
alt lív bert eittans er:
hin ævigi tendrarin lívslystin er,
sum gjøgnum alt streymandi fer.

FavoriteLoadingGoym tekstin