Lívið, tað svinnur sum dreymur á nátt

Orð: C.A. Stenholm
Lag: Heini Hansen
Týtt: Victor Danielsen

1. Lívið, tað svinnur sum dreymur á nátt,
árini renna avstað,
lívið sum streymurin skundar sær brátt,
fýkur sum følnaða blað.

2. Farin við alla er dagur, ið fór,
gloymdur so mangan hann varð;
goymd er hvør gerð, bæði lítil og stór,
Harrin ei gloyma skal tær.

3. Føddur at verða og liva á fold
eina so stokkuta tíð,
vikna og doyggja og leggjast í mold –
alt er bert fáfongd og stríð.

4. Alt hetta veitst tú, mín vinur, so væl –
deyðin tær stendur við lið;
einaferð lívstráðin slíta hann skal,
kanst tú tá doyggja í frið?

5. Spyr eftir Harranum, spyr nú í dag!
Leingi hann bíðandi stóð;
blóðið skal tváa teg, trúgv tú á tað,
Jesusar frelsandi blóð!

6. Minst, hvussu tíðin sær skundar avstað!
Skjótt søkkur sólin í kav,
skjótt skalt tú síggja hin seinasta dag,
Harrin til frelsu tær gav.

FavoriteLoadingGoym tekstin