Lívið tómt var og eingin vón

William J. Gaither
Orð: Dale Oldham
Lag: William J. Gaither
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Something worth living for

1. Lívið tómt var og eingin vón,
tyngjandi byrði eg bar.
Tá úr dýpinum rópti eg: „Harri Mín!
Kom gev mær vón, so lívið virði fær!“

Niðurlag: Meiri vón enn í farnu tíð,
meiri enn tað, ið var,
meir enn heimurin bjóða kann
– hann gevur vón, so lívið virði fær.

2. Syndasærdur á oydnum veg,
grøðing tá tørvaði mær,
Jesus kom tá og leskaði mína sál
og gav mær vón, so lívið virði fær.

3. Fyrigivin nú syndin er,
einki nú er, sum tað var.
Sál mín loyst varð í ævir, tá Jesus kom
og gav mær vón, so lívið virði fær.