Lívið vaknar

Heri NolsøeJóhannus á Rógvu Joensen
Orð: Heri Nolsøe
Lag: Jóhannus á Rógvu Joensen

Í heimin eg kom á livandi veingjum,
her lívið tað streymar heitt nú í mær,
fannirnar allar bráðnaðar burtur,
skýggini horvin og sólin hon sær.

Um morgunin huldur liggur í myrkri,
er dagurin skínandi innan í mær,
eg hoyri alt lívið vaknar og rørist,
og suðið frá havinum brúsar mót mær.

Úr berginum hoyri eg fuglarnar syngja,
sum boða frá bylgjandi lívi og vón,
fløvandi tankar fyri mær birtast,
hvør dagur er gáva av dýrari tíð.

Eg ongantíð síggi teg – sum tú sært meg,
men kenni um kjálkan mjúkasta vind,
sveipað er burtur náttin og myrkið,
mót hæddunum fari um ovasta tind.

Eg ongantíð síggi teg – sum tú sært meg,
men kenni um kjálkan mjúkasta vind,
sveipað er burtur náttin og myrkið,
mót hæddunum fari um ovasta tind.

FavoriteLoadingGoym tekstin