Í lívinum eg síggi so manga bundna sál

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Jeg så en liten pilgrim på vei mot Sions stad ella Í Dávids húsi opnað er kelda rein og klár

1. Í lívinum eg síggi so manga bundna sál,
sum einaferð í treysti sær setti trúarmál,
men sett seg hevur niður og trúarneistan mist,
og fram um bønarlívið alt annað setti fyrst.

2. Sig, ert tú líka blindur sum Bartimeus var,
og er tín trúgv eins lítil sum hin hjá Tummas var;
og liggur tú óhjálpin við tín Betesdahyl?
So er tó Jesus størri, Hann bæði kann og vil.

3. Og ert tú vorðin svikin av systkjum uttan blygd,
og rapaði títt álit, tú hevði á tey bygt?
Lat tey sum Demas fara av sviki heimsins herd,
tín Jesus er tó størri, Guðs fólk langt meira verd!

4. Og ert tú vorðin troyttur av tómum talum við,
og bønum upp í saman, sum førdu ei eitt stig?
Og pínist tú av fráfalli, sum tú um teg sært,
so er tó Jesus størri, frá tí teg hevur vart!

5. Og møtir tær bert mótgongd, og ert tú uttan byr,
og hvar tú enn tær vendi, tú komst á stongdar dyr?
Um allur herur Satans hart á teg herja man,
so er tó Jesus størri og hevur sigrað hann!

6. Hin bjarta Morgunstjørnan, tín Frelsari Hann er,
til tað, sum er langt størri, tilreiðar Hann teg ger!
Minst til, hin roynda trúgvin er meira verd enn gull,
halt út, tí lønin bíðar tær rík og dýrdarfull.

FavoriteLoadingGoym tekstin