Livir tú lívið í Kristus, o, sál?

Orð: Sven Jeppsson
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Livir tú lívið í Kristus, o, sál?
Bert tú ein hvítan skrúð?
Ert tú enn fylt við óvilja, drál?
Elskar enn heimin tú?

Niðurlag: Livir tú í dag, o, sál?
Sig, er væl Jesus títt alt?
Spyr teg hvønn dag: Á, livi eg
lívið, sum ljós og salt?

2. Livir tú lívið so ríkt sum Hann vil?
Brennur enn hjartans glóð?
Minst til, Guðs dýrdleiki hoyrir tær til,
lív her í yvirflóð!

3. Sig, sær væl verðin Jesus í tær?
Sær hon Hans reina brá?
Kennir hon frelsunnar balsam har
hvønn dag tær streyma frá?

4. Skjótt kemur Jesus, á, sál, tú tá
alt opinberað fært!
Ert tú í loyndum fallin frá?
Brennur tín lampa bjart?