Lívsins álvara og endi áður ei mær voldu harm

Orð og lag (1993): Kajfinn Hammer

1. Lívsins álvara og endi áður ei mær voldu harm,
tí eg livdi sum mær lysti, aldri tók í egnan barm;
uttan Guð eg livdi lívið, hóast Hann meg dró til Sín,
undir lívsins viðurskiftum mangan talaði til mín.

Niðurlag: Men eg elskaði fest og dans og rock,
ei av heimsins undirhaldi fekk eg nokk!
Lívið livast skuldi, alt, ja, alt eg vildi fáa við,
sum mítt hjarta kundi metta, sløkkja tostan, geva frið!

2. Ungdómsárini tey runnu, mangan steðgaði eg á,
tá eg hoyrdi ung á útimøtum syngja hjarta frá,
um Guðs kærleika og náði, sum ein dag til teirra rakk,
og eg kendi, hetta sannleiksorðið djúpt í hjartað sakk.

3. Hóast væl eg kendi vegin, sum til frelsu lagdur var,
skúgvaði eg spurningin um mína frelsu burt frá mær;
hóast væl eg vitsti, ævinleikin alsamt nærri kom,
at tað lív eg livdi førdi meg mót dómsins myrku trom.

4. Hvat ið enn so sagt varð við meg var mítt hjarta stongt og deytt,
men við børuna hjá vinum gjørdist hjartað sárt og bleytt;
fyri deyðans opnu grøv tá krympaði mítt hjarta seg,
og eg lovaði mær sjálvum: Eg má velja Harrans veg!

5. Tó, skjótt gloymdi eg tað lyftið, sum mær sjálvum har eg gav,
inntil eina nátt eg droymdi, tá eg drukkin lá og svav,
at eg stóð við perluportrið og bað Guð mær sleppa inn,
men Hann svaraði: “So mangan dró Eg teg til Himmalin,
men tú elskaði fest og dans og rock,
ei av heimsins undirhaldi fekst tú nokk!
Lívið livast skuldi, alt, ja, alt tú vildi fáa við,
sum tú helt, teg kundi metta, sløkkja tostan, geva frið!”

6. Tá eg vaknaði, eg skilti, at ein dreym eg hevði droymt,
og fram fyri meg rann lyftið, sum eg nærum hevði gloymt;
tá mítt stolta sinn eg boygdi, bað Guð fyrigeva mær,
og Hann reinsaði mítt hjarta, loystur, endurføddur varð!
Ei eg elski meira fest og dans og rock,
eg av heimsins gartan havi fingið nokk!
Lívið er mær vorðið Kristus, Andans kraft varð fyltur við,
einans tað kann hjartað metta, sløkkja tostan, geva frið!