Lívsins land, mítt eyga teg langt burtur hóma kann

Orð og lag: Øssur Berghamar

1. Lívsins land, mítt eyga teg langt burtur hóma kann,
skyggjandi, í fagurleika skrýtt.
Handan hav og ódnarveður fjalt tú liggja man,
fagra, undurfulla heimland mítt.
Manga ferð, tá tú av nýggjum birtist fyri mær,
setti sál og hjarta tú í brand,
men ei tað verður leingi
til við loystum sangi,
eg skal stíga inn í lívsins land.

Niðurlag: Áh, lívsins land, hvør gott at vera har,
sum sálin hvíld um allar ævir fær.
Og ei tað verður leingi,
til við loystum sangi
eg skal stíga inn í lívsins land.

2. Men av øllum undurfullum, sum eg skoða skal,
mest mær leingist tó at síggja hann,
Jesus, sum meg frelsti, og sum leiddi meg so væl,
hann, hvørs kærleiki mítt hjarta vann.
Andlit hans at skoða, mildu rødd hans hoyra har –
slitið er hvørt jarðarinnar band –
har sum ei sólin setur,
honum prísa betur,
tá eg stígi inn í lívsins land.

FavoriteLoadingGoym tekstin