Lívsins stríð

Orð: Niclas Johannesen og Petur Háberg Jacobsen
Lag: Petur Háberg Jacobsen

So inniligt alt tykist her, øll smílandi og fró,
savnaði í semjuni um høgu himnaglóð.
Føgur eru orðini, sangur ljómar væl,
hann durvar burt í dreyminum til vakurt orgulspæl.

Vaknar hann við kaldan dreym, maður boðar frá,
orgulspælið tagnað er, sek er mansins trá,
tøgnin skurrar, hvat er her, gevur nakar gætur?
Aftan fyri smílini mangt eitt hjarta grætur.

Hann stillisliga fer útum og droymir um ein stað,
hinumegin hetta lívsins tronga garðarlag,
skýggj av lofti hvørva tá, og sólin hitar kinn,
tekur hann í egnan barm, og fer so aftur inn.

Hann setir seg og syngur við um frelsu og tað navn,
ið bjóðar lív og sálarfrið ein sunnudag í Havn.
Skilir nú at aftanfyri hvørt eitt hvat og hví,
býr ein fjøtrað mannasál, ið stríðist lívsins stríð.

FavoriteLoadingGoym tekstin