Lívsins útegg

Orð og lag: Holgar Jacobsen

Her á lívsins útegg standi
skimist út í tóman heim
Hoyri ljóð frá duldum fetum
vil ein fjandi sleppa inn

Var mítt hugflog kveikt av ímynd
er mær songin trong og vát
Dreymar vitja meg á niðu
vilja ræðslugera lív

Men eg sløkki smáar eldar
ið sum devlar reika runt
vil ein sól mær glæmu senda
køva teir so alt gerst kvirt

Tá eg vakni ofta hugsi
hvat er hetta fyri lív
Kanska betri var at sova
hvíla kaldur undir mold

FavoriteLoadingGoym tekstin