Lívsins vatn tú fylli, Gud, sál mína við

Orð og lag: John Watson
Týtt: Arvid Hansen

1. Lívsins vatn tú fylli, Gud, sál mína við.
Lat tín Halga Anda standa mær við lið.
Alt, sum tyngir hjartað og sum nívir meg,
leggi eg í tínar hendur, hvíld fái eg.

Niðurlag: Faðir, Faðir, Faðir!
Sonur, Sonur, Sonur!
Andi, Andi, Andi!

2. Lat tín Halga Anda leiða meg hvørt stig,
geva mær av fylling tíni, troyst og frið.
Tak burt iva, ótta, sorg og sjálvræði mítt.
Kærleik tín lat merkja meg, lat alt vera títt.

3. Jesusi gev lív títt, hann frelsa teg skal,
hann ígjøgnum alt teg leiðir trygt og væl.
Sæla vón og vissu tú um Himmalin fært,
ævig verður gleðin, tá tú Jesus sært.

FavoriteLoadingGoym tekstin