Lívsmynstur vevarans

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Jóannes á Váli

1. Um lívsmynstrið fløkt tykist vera og høpisleys
vevarans sløg, um mangt er, sum tungt er at
bera, og vikna tey riðandi knø, um sansir og
evni enn bila, og menningin tarnað enn er,
Gud hevur tó alt so tilskilað, at brek hann til
signingar ger!

2. Alt tykist sum endar og knútar, og lívsmynstrið
rangvørgt sær út – sum lepar og kloddar og
klútar – tú nívist av sorg og av sút. Men ein dag
er lívsmynstrið endað, og vavið, sum ranguna
ber, á rættuna Harrin skal venda og vísa: Gud
kærleiki er!

3. Tá skjúttilin ei meira gongur, og Gud dregur
vadmalið frá, og bummurin slær ikki longur, tá
fullvæl vit skilja hans ráð, hví júst hinir
myrkastu træðrir, sum gylla tey ljósastu bond, í
mynstrinum gjørdust so fagrir í Meistarans
alkønu hond!

4. Tá loypur hin lamni av gleði, hin deyvi tá
hoyrnina fær, hin menningarveiki fær megi, hin
blindi til fulnar tá sær! Hin brekaði tá verður
grøddur, og burt svinna sárki og sár, hin
sinnistyngdi – nú møddur – tá turkað fær
burtur hvørt tár!

FavoriteLoadingGoym tekstin