Lívssæla vissa: Jesus er mín

Orð: Fanny Crosby
Lag: Phoebe Palmer Knapp
Týtt: Victor Danielsen

1. Lívssæla vissa: Jesus er mín!
Hann er mín vinur, kallar meg sín;
lívssæla vissa: Fullgjørt alt her!
Likam og sál, alt hansara er.

Niðurlag: Hann er mín gleði, songur mín hann,
meðan mín tunga røra seg kann;
ævigt hjá Gudi lova eg skal
honum, tí sál mín frelst varð og sæl.

2. Alt mátti fara – men alt eg vann,
æviga sólin fyri mær rann;
opið Guds ríki stendur, og mær
boðar hans orð um sæluna har.

3. Sál mín kann hvíla, stillað og glað,
etur hin mat, ei menn hava sæð;
Jesus meg frelsti, skuld mína galt,
eg eri einki, hann er mær alt.

FavoriteLoadingGoym tekstin