Lívssólin er risin, og náttin er av

Orð: Fanny Crosby
Lag: George Coles Stebbins
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: The day-star hath risen

1. Lívssólin er risin, og náttin er av,
hon ævigt skal skína og fer ei í kav,
hon ljós er á leið míni, á mínum veg,
lívssólin er risin, hon skínur á meg.

Niðurlag: Hon skínur, ja, hon skínur, skínur á meg,
Lívssólin er risin, hon skínur á meg.

2. Lívssólin er risin í dýrdleika fríð,
hon lívgar og gleðir hvønn dag, hvørja tíð,
har sum fyrr var myrkur, nú klárt síggi eg,
Lívssólin er risin, hon skínur á meg.

3. Lívssólin er risin, hon fyllir mítt bróst,
í hjarta og sál míni er vorðið ljóst,
áh, Frelsari kæri, eg æra vil teg.
Tú æviga Lívssól, sum skínur á meg

FavoriteLoadingGoym tekstin