Ljóði frítt hesi gleðiboð

Orð og lag: Philip P. Bliss
Týtt: Jákup Olsen

1. Ljóði frítt hesi gleðiboð:
Lív okkum Jesus ber!
Syng og rópa og tala so:
Lívið ein gáva er!
Burtur, vantrúgv, ivi.
øllum er tað givið!

Niðurlag:
Ljóði til øll
um dalar og fjøll:
Frelsan ein gáva er!
Ljóði til øll
um dalar og fjøll:
Frelsan ein gáva er!

2. Deyðadømd er hvør mannasál,
sigur Gud okkum her;
Jesus tømdi Guds vreiðiskál,
lívið hann okkum ber;
gleði hjørtu finna,
ótti, ivi svinna.

3. Frelst, profetar, ápostlar við,
alt, alt Guds orð, tað ber
hesi lívgandi orð um frið:
Lívið ein gáva er;
fallin kunnu reisast,
bond og leinkjur loysast.

4. Hvíld og troyst ber til hjørtu móð,
frið til hin troytta ber,
aldri tagni hitt glaða ljóð:
Lívið ein gáva er;
dyrnar opnar standa –
flýggja, sál, úr vanda!

FavoriteLoadingGoym tekstin