Ljóðið, himmalhørpur, berið gleðiboð

Orð: William O. Cushing
Lag: George F. Root
Týtt: Victor Danielsen

1. Ljóðið, himmalhørpur, berið gleðiboð,
at ein sál er frelst úr synd og neyð!
Hon um Jesus hoyrdi, trúði honum, og
Faðirin vælkomna hana beyð.

Niðurlag:
Prís og heiður! – Hoyrið einglarnar!
Prís og heiður! ljóða hørpurnar.
Frelstar sálir syngja heiðurssong um hann,
sum teim falnu lív og frelsu vann.

2. Ljóðið, himmalhørpur, berið boð um frið!
Frið fekk hjartað, ið var troytt og møtt;
víkja mátti syndin, deyðans ræðsla við,
leinkjur brustu, og hvørt sár varð grøtt.

3. Ljóðið, himmalhørpur, ljóðið nú í dag,
ljóðið nú við gleði og við gleim!
Einglar bera boð um lívsins ljósa stað,
at ein dýrt keypt sál er komin heim.

FavoriteLoadingGoym tekstin